Eg gleði meg til at fáa Mette Frederisen á vitjan

– Vitjanin hjá forsætisráðharranum er nakað vit hava ynskt okkum, og sum eg persónliga gleði meg sera nógv til. Danmark er okkara nærmasti samstarvsfelagi, og tað er sjálvsagt, at vit møtast sum skjótast.

Tað sigur nýggi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, eftir at forkvinnan í øðrum stjórnarflokki, Siumut, Vivian Motzfeldt, fyrr í dag fanst at Mette Frederiksen fyri at koma á vitjan í Grønlandi, áðrenn nýggja landsstýrið var farið til verka.

– Eg havi biðið forsætisráðharran um, at ætlaðu fundirnir verða hildnir. Sum komandi formaður í grønlendska stjórnini gleði eg meg til konstruktivan dialog um okkara framtíðar samstarv, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.

– Eg skal eisini leggja dent á, at tær útsagnir, sum hava verið um komandi vitjan, ikki endurspegla støðuna hjá komandi landsstýrinum, sigur Jens-Frederik Nielsen.