Føroya Symfoniorkestur framførir Veiða vind

Árligu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri verða í Varpinum og í Norðurlandahúsinum døgunum 5.-9. apríl. Hetta er fyrstu ferð symfoniorkestrið spælir konsert í Varpinum

4.000 børn úr øllum Føroyum fáa høvi at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum og í Varpinum.

Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen sigur frá ævintýrinum Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.

Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum øll hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. 

Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík sunnudagin 6. apríl, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygardagin 5. apríl. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Komponistur: Kári Bæk

Søga: Rakel Helmsdal

Tekningar: Janus á Húsagarði

Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen

Dirigentur: Bernharður Wilkinson