Tað sigur finski forsetin, Alexander Stubb, sum leygardagin vitjaði Donald Trump í Florida.
Stubb var í London í dag, har hann eftir ætlan skuldi hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer.
Áðrenn tað luttók hann í einum kjakfundi á London School of Economics, har hann viðmerkti kritikkin hjá Trump av verjuútreiðslunum hjá øðrum NATO-londum, sum Trump heldur vera ov lágar.
- Tað, sum Trump ger beint nú, er tað rætta. Hann leggur trýst á evropeisku londini um at hækka sínar verjujáttanir og taka meira ábyrgd av egnari trygd, segði Stubb á fundinum, sambært Reuters.
/ritzau/