Borgarafundur hildin í SALT í næstu viku

Týskvøldið 24. Januar verður borgarafundur hildin í SALT

Í vikuni hevur verið frammi, at Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur ætlanir um útbyggingar. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at røddir hava verið frammi og mótmælt ætlanini, m.a. tí at virkið liggur miðskeiðis á Tvøroyri, har tey mótmælandi hava ført fram, at rættast var at virkið lá í einum vinnuøki.

 

Týskvøldið 24. Januar kl. 19.00 verður borgarafundur hildin í SALT.

 

Fundurin verður hildin í samband við ætlanina hjá P/F Varðin Pelagic at byggja Protein & Lýsiverksmiðju á Tvøroyri. Ætlanin við fundinum er at geva P/F Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar, sigur Tvøroyrar kommuna.

 

Skrá fyri fundin:

 

⦁ Borgarstjórin bjóðar vælkomin

 

⦁ P/F Varðin Pelagic greiðir frá um ætlanirnar og gongdina í málinum

 

⦁ Møguleiki at seta spurningar