Tað hevur verið friðarligt á Strondum og á Hvítanesi hesa seinastu tíðina.
Tey sum arbeiða við at skapa eina nýggja farleið millum Eysturoynna og Streymoynna, hava verið í summarfrí, men mánamorgunin byrja tey aftur.
Tá fara toymini bæði á Hvítanesi og á Strondum aftur til arbeiðis og full ferð verður sett á. Higartil eru tilsamans slakir 1100 metrar boraðir og sjálvt um langt er eftir á mál, so gongur alt eftir tíðarætlanini.
Serliga Eysturoyarmegin hevur eitt sindur av lekum verið, men ikki so nógv at tað hevur seinkað tíðarætlanini. Eftir henni verður koyrandi undir sjónum millum oyggjarnar báðar í 2020.









