Borðtennissystrarnar taptu hálvfinaluna - vinna bronsu

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir fáa bronsu eftir ósigur ímóti Gotlandi í hálvfinaluni

Spurningurin í morgun var hvat heiðursmerki Anna og Rakul Mikkjalsdøtur skuldu fáa um herðarnar seinni í dag.

Bronsan var longu tryggjað við at systrarnar høvdu spælt seg í hálvfinaluna í tvímansleiki, har tær í morgun skuldu spæla ímóti Gotlandi.

Nógv fólk var komið at stuðla borðtennissystrunum, men gotlendska liðið var ov sterk mótstøða, hóast tað var sera nær við føroysk sett í øðrum og triðja setti.

Gotland vann dystin 3-0 við settúrslitunum 3-11, 12-14 og 11-13, og Føroyar fáa tí bronsu í tvímansleiki hjá kvinnum.

Meira á in.fo seinni.