Borðtennissambandið brýtur upp úr nýggjum

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr formannin í Borðtennissamband Føroya, Andras Nolsøe greiða frá í samrøðu við Hilmar Jan Hansen

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við formannin í Borðtennissamband Føroya, Andras Nolsøe í fyrrapartssendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin.

 

Borðtennissamband Føroya hevur gjørt sáttmálar við eitt nýtt toymið av venjarum, sum skal vera við til at útinna ta nýggju menningarætlanina, ið seinastu tíðina er snikkað saman og hevur til endamáls at lyfta borðtennis í Føroyum upp á eitt hægri støði.

Nýggja venjaratoymið er fyri ein stóran part útlendskt. Danski Simon Nykjær-Fisher er settur sum A-landsliðsvenjari, har hann tekur við eftir Peter Hentze Niclasen, sum eftir trý ár í sessinum hevur valt at siga høvuðsvenjarastarvið frá sær. Hann kemur tó at halda fram sum hjálparvenjari.

 

Nýggjur í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari og mennari er Pætur Albinus. 27 ára gamli hoyvíkingurin, sum eisini sjálvur spælir borðtennis og er verandi føroyameistari, hevur royndir sum ungdómsvenjari í Tór í Havn. Umframt at fáa ábyrgdina av føroyska ungdómslandsliðsliðnum, skal Pætur eisini ferðast kring landið at skipa venjingar bæði í verandi og ætlandi nýggjum feløgum.

 

Umframt nýggju venjararnar so er eisini ein nýggjur vegleiðari settur. Nýggi vegleiðarin, sum skal taka sær av at ráðgeva borðtennissambandinum og vera við til at útbúgva føroyskar venjarar, er ikki ókendur her heima. Talan er nevniliga um svian, Jan Berner, ið var føroyskur landsliðsvenjari árini 2010 til 2014. Hann er 56 ára gamal, hevur hægstu venjaraútbúgving og hevur eitt nú verið landsliðsvenjari í Estlandi, Finnlandi, Avstralia og Noregi.