Borðtenniskongurin feldur

Eftir sjey ár á rað sum føroyameistari í borðtennis, mátti Peter Niclasen taka til takkar við einum 4. plássi í ár. Vinnari gjørdist Ragnar Egilsson úr Havn

Pætur Albinus

 

Peter Niclasen hevur veruliga verið einaráðandi í føroyskum borðtennis seinastu 10-15 árini, og hevur hann eisini metið sum oftast kosni føroyameistarin – heili 14 ferðir hevur hann verið føroyameistari í meistaradeildini. Seinastu tvey árini hevur hann tó fingið harða kapping frá sínum lærlingum úr Borðtennisfelagnum TÓR úr Havn, sum hann sjálvur hevur vant.

 

Ragnar er føroyameistari

Eftir fleiri ára stremban hevur tað nú eydnast einum av teimum yngru at vunnið føroyameistaraheitið. Peter Niclasen hevur ikki vant nógv borðtennis í ár, men undan FM hevði hann veruliga funnið renniskógvarnar fram. Í ár rakk tó ikki, tí í hálvfinaluni mátti Peter boyggja seg fyri 16 ára gamla Róa Agnarssyni, sum hevur tikið seg nógv fram.

Í finaluni leygardagin møttust Rói Agnarsson og Ragnar Egilsson, sum báðir eru úr Havn og eisini báðir eru landsliðsleikarar. Finalan gjørdist ein sera tøtt og spennandi finala, sum Ragnar vann 4-3. Ragnar legði út sum eitt ódnarveður, og uttan at Rói veruliga hevði funnið seg sjálvan, var Ragnar á odda 2-0. Eftir hetta tordi Rói betur at spæla, og vísti, at hann er væl fyri tekniskt. Hann vann seg upp á 2-2, áðrenn Ragnar aftur beit frá sær, og legði seg á odda 3-2. Rói gavst tó ikki so, og javnaði til støðuna 3-3, sum gjørdi, at teir noyddust at leika eitt seinasta og avgerandi sett. Hetta var eitt javnt sett, áðrenn Ragnar móti endanum sló til, og tók føroyameistaraheitið í einari sera javnari og spennandi finalu.

 

Next stop: NM

- Tað er fyri meg ein ótrúliga stórur lætti at endiliga kunna kalla meg føroymeistara í bestu deildini. Eg havi vant sera leingi fram ímóti hesum máli, og sigurin hevur gjørt kappingarárið hjá mær fullkomið, við tað at eg havi vunnið greipuna í borðtennis, hóast vit eru fleiri, ið eru sera javnir í oddinum, segði ein glaður Ragnar Egilsson eftir heiðurin.

FM er tað størsta at vinna her á landi, men hetta steðgar ikki Ragnari í at strema enn longri.

- Tað næsta á skránni er norðurlandameistaraheitið, sum verður í Danmark í mai mánaða. Tað verður ein ótrúliga stór avbjóðing, tí serliga Danmark og Svøríki hava nakrir av heimsins bestu leikarum, tildømis Michael Maze, sum vann bronsu í HM 2005. Næsta kappingarár byrjar venjingin fram ímóti oyggjaleikunum í Álandi, har vit vóna at kunna veruliga gera okkum galdandi, men tað krevur at allir leikararnir á landsliðnum gera ein megnarinnsats, tí enn manglar eitt sindur í, fyri at vit skulu kunna blanda okkum við tey sterkastu londini, segði 19 ára gamli Ragnar Egilsson at enda.