Borðtennisárið er av á hesum sinni

Borðtennis: Um vikuskiftið var FM kappingin í borðtennis í Gundadalshøllini í Havn. Okkurt um 60 leikarar úr fýra feløgum tóku lut í kappingini

Sunnudagin var skipað fyri FM kapping í borðtennis fyri bæði kvinnur og menn, umframt unglingadeildirnar. Tey fýra borðtennisfeløgini, OyÍF, Streymur, TÓR og TBF, ið vóru við í kappingini, høvdu tilsamans einar 60 luttakarar.


Hans og Paula eru føroyameistarar

Í meistaradeildini hjá monnum var tvørámaðurin Hans Hammer, sum sigraði í einmansleiki. Hann vann í finaluni á fleirfalda føroyameistaranum Petur Niclasen úr TÓR. Nummar trý í einmansleiki hjá monnum var Jákup Hansen úr Streymi.

Hjá kvinnum var tað Paula Eikhólm úr Streymi, sum gjørdist føroyameistari, tá hon í finaluni vann á Juannu Joensen úr TBF. Nummar trý gjørdist Elinborg Nygaard somuleiðis úr TBF.

Í tvímansleiki hjá monnum vóru tað veteranarnir Eyðun Luid og Birgir Carlsson úr TÓR, sum vunnu á Bergi Jacobsen og Martini L. Ansbjørn, somuleiðis úr TÓR, í finaluni.

Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu tær báðar Súsanna og Paula Eikhólm úr Streymi, sum í finaluni bastu Heidi og Sunrid Hansen úr OyÍF.

Blandaða tvímansleikin vunnu Paula Eikhólm úr Streymi og Bergur Jacobsen úr TÓR. Í finaluni vunnu tey á Súsannu Eikhólm úr Streymi og Eyðun Luid úr TÓR. Nummar trý í tvímansleiki gjørdust Juanna Joensen og Hans Hammer úr TBF.


Hinar deildirnar

Kappingina hjá mansunglingunum vann Martin Poulsen úr TÓR. Hann vann í finaluni á Inga Højsted úr TÓR. Í tvímansleiki vann Martin eisini saman við liðfelaganum Dann Thorleifsson. Teir vunnu í finaluni á Inga Højsted og Heina Johannesen, somuleiðis úr TÓR.

Hjá kvinnuunglingunum var tað Heidi Hansen úr OyÍF, sum vann kappingina. Hon vann framman fyri Tórberu Joensen úr TBF og Eleonoru Kerá úr OyÍF. Í tvímansleiki vann Heidi eisini, tá hon saman við Elonoru vann á Tórberu Joensen og Anniku Nolsøe úr TBF.

Blandaða tvímansleikin hjá teimum ungu vunnu Heidi M. Hansen úr OyÍF og Hans Pauli Debes úr Streymi. Tey vunnu framman fyri Tórberu Joensen úr TBF og Dann Thorleifsson úr TÓR.

Í meðaldeildini eydnaðist tað Petur Oluf Joensen úr TBF at vinna á Jens Christian Carlsson úr Tór. Saman við Sverra Midjord vann Petur Oluf tvímansleikin, tá ið teir bastu Jens Christian Carlsson og Jón Brekká úr TÓR.

Nú hendan kappingin er lokin, merkir tað eisini, at borðtennisárið 98/99 er lokið.