Bon Jovi við nýggjum sangi

Amerikanski rockbólkurin Bon Jovi hevur í dag latið nýggjan sang frá. Sangurin kallast This House Is Not For Sale, og hann leggur tónan fyri nýggju útgávuni við sama navni, ið er ávegis.

Útgávan This House Is Not For Sale er 14. studioútgávan hjá Bon Jovi, og hon kemur á marknaðin í oktober mánaði.

John Shanks og Jon Bon Jovi hava framleitt tónleikin á nýggju útgávuni.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr nýggja sangin hjá Bon Jovi.