Bólkur C: Eysturríki er stóri vinnarin

EM 2020: Eysturríki vann 1-0 á Ukreina og er víðari úr bólkaspælinum

Eysturríki hevur í dag vunnið seg víðari úr bólkaspælinum saman við Hollandi, eftir 1-0 sigurin á Ukreina í dag. Holland vann greiðan 3-0 sigur á Norðurmakedónia og er vinnari av bólkinum.

 

Holland skuldi hava eitt stig, fyri at tryggja sær fyrsta plássið. Tað var eisini væntað, at Holland fór at vinna á Norðurmakedónia, sum bara hevði æruna at spæla fyri. Memphis Depay, sum júst hevur skift til FC Barcelona, legði Holland á odda.

 

Ein annar, sum skuldi FC Barcelona var Georginio Wijnaldum, sum hevur spælt við Liverpool seinnu árini. Hann endaði tó í PSG og í franska høvðusstaðnum kunnu tey gleða seg, tí miðvallarin skoraði til bæði 2-0 og 3-0.

 

Dysturin millum Ukreina og Eysturríki var dysturin, um at koma víðari sum nummar tvey. Her vann Eysturríki 1-0 við máli, sum Christoph Baumgartner skoraði aftaná 21 minuttir. Eysturríki er víðari sum nummar tvey við seks stigum, meðan Ukreina eru hepnir, um teir koma víðari við trimum stigum á triðja plássi.

 

Bólkur C:

 

Norðurmakedónia – Holland 0-3

 

Ukreina – Eysturríki 0-1

 

Støðan:

 

1: Holland 9 (stig) +6 (mál)

 

2: Eysturríki 6 -1

 

2: Ukreina 3 -1

 

4: Norðurmakedónia 0 -6