Bohemian Rhapsody gjørdist vinnarin

Rami Malek spælir Freddy Mercury í filminum Bohemian Rhapsody, sum annars hevur fingið ógvuliga blandaða umrøðu frá almenninginum

Filmurin, sum var gjørdur um tónleikaran Freddy Mercury, gjørdist vinnarin av tveimum »Golden Globe« til ársins Golden Globe Awards, sum var í gjárskvøldið. 

Heitini sum filmurin megnaði at vinna vóru fyri Besta Drama film og so vann høvuðsleikarin, Rami Malek, heiti fyri besta drama sjónleikara. 

 

 

Rami Malek spælur Freddy Mercury í filminum Bohemian Rhapsody, sum annars hevur fingið ógvuliga blandaða umrøðu frá almenninginum, av tí sama gjørdist tað heldur eitt yvirraskilsi at filmurin megnaði at vinna tvær Golden Globes í gjárskvøldið. 

 

 

Tann 24 februar verða nógv umtalaðu Oscars awards, og sigst at høvuðsleikarin Rami Malek er ein av vælumtóktu tilnevndu leikarunum til ein Oscar fyri sín leiklut í filminum Bohemian Rhapsody. Til tiltakið í gjárskvøldið ognaði Rami Malek sítt heiti til Freddy Mercury í sínari takkartalu, hann segði soleiðis »Hetta er fyri og av tær, undurfulla menniskja«.