TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Boga Simonsen, kendan B36-fjeppara, sum eigur tann tiltikna bilin, sum í góðari tíð, bæði í fjør og í ár bleiv prýddur við áskriftini: "B36 Føroyameistari 2014", og í ár við áskriftini "B36 Føroyameistari 2015".
Bogi slær tó fast, at hóast hann hevur jarðað jinxið tvær ferðir á rað nú, so fer hann ikki at endurtaka leistin við at prýða bilin í góðari tíð næsta ár.
Hóast B36 brendi brotsspark, og hóast TB javnaði til 1-1, so var Bogi sigurssælur alla tíðina, og var hann ikki í iva um, at tað bar heim. Sambært Boga var tann einasti spenningurin tey 50 sekundini, sum gingu til dysturin í Runavík millum NSÍ og HB var liðugur.
Á myndini sæst Bogi stórfegnast saman við spælarunum og øðrum fjepparum hjá B36.










