Bogi Hansen professari á Fróðskaparsetrinum

Sunnudagin tekur Bogi Hansen við sum professari í havførði við Fróðskaparsetur Føroya

1. oktober tekur Bogi Hansen við sum adjungeraður professari í havfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Bogi Hansen er 60 ára gamal. Hann er útbúgvin cand. scient. í alisfrøði og lic. scient. í havfrøði frá universitetinum í Keypmannahavn.
Frá 1975 til 1982 var hann lektari í alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og síðani 1982 hevur hann starvast sum havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.
Bogi Hansen er virkin í fleiri altjóða granskingarverkætlanum. Hann hevur skrivað hópin av greinum og bókum um evni innan havfrøði. Fyri bókina »Havið« fekk hann í 2001 bókmentavirðislønina hjá M. A. Jacobsen fyri yrkisbókmentir.
Sum vanligt, tá ið vísindastørv verða sett á Fróðskaparsetrinum, so er tað ein altjóða metingarnevnd, sum ger úrskurð. Í metingarnevndini hava sitið Dr. Robert R. Dickson, frá Centre for Environment, Fisheries & Aquaculture Science (CEFAS) í Suffolk í Onglandi, Dr. Jean-Claude Gascard, granskingarstjóri á University Pierre et Marie Curie í París og Dr. Detlef Quadfasel, professari í havfrøði á Institut für Meereskunde á Universitetinum í Hamburg.
Í samband við professaratilnevningina skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari móttøku og fyrilestri á Fiskirannsóknarstovuni hósdagin 5. oktober kl. 15.00, har Bogi Hansen heldur starvstøkufyrilestur, sum hann kallar: Veðurlag, hav og fiskur.