Bogaskjúttar illa viðfarnir niðri

Vánalig fyriskipan av danskari kappingini í bogaskjóting kostaði føroyskum skjúttum møguleikan at skjóta í finaluumførunum. Alt botnaði í, at danskararnir vildu spara pengar til heiðursmerki, og tí koyrdu allar skjúttarnar í ein bólk – og so allíkavæl ikki

Fýra føroyskir recurve-bogaskjúttar vóru um vikuskiftið við til donsku kappingina, Frederiksborg Pokalen 2011, har vónir vóru um góð úrslit og enntá heiðursmerki, soleiðis sum tað gekk innleiðandi. Tað gekk ikki so væl at byrja við, men so fór at ganga betur hjá føroyingunum.
Oddmar Nielsen úr Ørvi, sum var í bólkinum FITA Kadet, tangeraði sítt persónliga besta úrslit á 18 metrum við 537 stigum, og somuleiðis fekk Eggaba Andreasen úr VágaSkoti 537 stig, sum var eitt av hansara bestu úrslitum nakrantíð. Jastrid M. Jensen úr Tambum fekk 515 stig, sum eisini var eitt av hennara bestu úrslitum, meðan Jim S. Guttesen úr VágaSkoti fekk 468 stig, ið ikki var eitt úrslit, hann var so væl nøgdur við.
Úrslitini hjá trimum av føroysku skjúttunum vóru kortini so mikið góð, at Eggaba var nummar eitt í sínum tilmeldaða bólki og Oddmar nummar tvey í sínum, og at teir báðir undir vanligum umstøðum skuldu staðið til heiðursmerki. Somuleiðis var úrslitið hjá Jastrid so mikið gott, at hon skuldi skotið finaluumfar.

Alt gekk galið
Men umstøður, sum skjúttarnir onga ávirkan høvdu á, oyðiløgdu teimum kappingina:
– So var tað, at alt gekk galið, sum kundi ganga galið. Úrslistalistin kom upp og teir bólkarnir, sum tilmelding var gjørd til, vóru allir burtur. Allir menninir vóru koyrdir í sama bólk, ung sum eldri, og líka mikið hvørjum stigi skjúttarnir vóru á, og sostatt vóru nú 39 menn, sigur Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya.
– Vit frættu, at nú høvdu fyrireikararnir lagt allar recurve-skjúttarnar á 18 metrum saman, og at bert trý heiðursmerki vóru til teir 52 skjúttarnar hjá bæði kvinnum og monnum. Vit gjørdu vart við, at vit vóru ónøgd við bólkingina, tí hetta var ikki tað, vit høvdu meldað til uppá, men tá fingu vit at vita, at alt var broytt á einum fundi hóskvøldið, sum vit flugu til Danmarkar fríggjamorgun. Teir høvdu sligið bólkarnar saman, so teir kundu spara heiðursmerki, ið høvdu kostað teimum ov dýrt.
Schandorff Vang sigur, at hesa grundgevingina skilir hann ikki, tí tað, sum tað hevði kostað í heiðursmerkjum, var einastaðni millum 2.000 og 2.500 krónur. Og av tí at talan var um einar 170 til 180 skjúttar, sum vóru við í kappingini, var bara tilmeldingargjaldið frá teimum einar 20.000 krónur.

Vildu spara pengar
Tá so føroyingarnir spurdu, hvussu bleiv við finaluskjótingini, fingu teir at vita, at alt var ein bólkur. Skjót høvuðrokning vísti, at so vóru allir fýra føroysku skjúttarnir uttan fyri teir síðstu 16, og tí ikki skuldu skjóta meira. Sostatt var farið at pakkað, samstundis sum vónbrotið var sera stórt.
– So kom ein danskur venjari og spurdi, um tveir av okkara skjúttum ikki skuldu skjóta, tí har vóru tvey tóm pláss á linjuni. Tá vísti tað seg, at menn og kvinnur skutu hvør sær, hóast vit høvdu fingið upplýst, at alt var lagt saman í ein bólk. Sostatt taptu okkara skjúttar dystirnar uttan at skjóta, sigur Schandorff.
– Tá fyrstu dystirnir vóru um at vera lidnir, fór ein fyriskipari – hóast umfarið næstan var liðugt – at seta upp á úrslitatalvuna nøvnini á teimum, sum longu skutu. Har sóu vit, at bæði Eggaba og Oddmar skuldu havt skotið, men mistu dystirnar. Jastrid stóð til at skjóta í næsta umfari, men nú valdi hon so at lata vera við at skjóta.

Taka málið upp
Ein onnur hending, ið vísir vánaligu fyriskipanina, var tá tríggir bestu menninir, teirra millum ein svenskari, ið bleiv nummar trý, blivu róptir upp at fáa heiðurmerki. Síðan komu tríggjar tær bestu kvinnurnar upp, men tá funnu fyriskipararnir útav, at svenskarin hevur fingið heiðursmerkið, sum besta kvinnan skuldi hava. Hann mátti so uppaftur og lata heiðursmerkið frá sær.
Hetta hendi í øllum førum tvær ferðir aftrat, og tá fóru hinir skjúttarnir at rópa eftir fyrireikarunum, ið vóru alt annað enn uppgávu sína vaksnir.
Schandorff Vang sigur, at í næstum verða Føroyar vertir fyri einum norðurlendskum fundi, og tá ætlar hann at taka málið upp, tí so vánaligari fyriskipan kann eingin liva við.