Bogaskjóting: Aleksandur tangeraði føroyskt met

Aleksandur Leitisstein var neyvur um vikuskiftið til kapping í bogaskjóting

Um vikuskiftið hevur kapping verið í hølinum hjá Ørvi í Runavík, leygardagin kappaðust ungdómsskjúttarnir á 12 metra frástøðu, og sunnudagin kappaðust vaksnuskjúttarnir á 18 metra frástøðu. 

 

Til kappingina hjá ungdómsskjúttinum vóru í alt seks ungdómsskjúttar møttir, tríggir recurv og tríggir compound. Tað blivu heili fýra persónlig met skotin, harav ein tangering av føroyska metinum, ið Magnus Andreasen eigur. Tað var Aleksandur Leitisstein, sum tangeraði metið.

 

Hjá vaksnu skjúttunum vóru 10 skjúttar møttir, fimm recurve og fimm compound, eisini her blivu tað skotin fýra persónlig met. Komandi kapping verður í hølinum hjá Tambar í Havn vikuskiftið 1 – 2 desember.

 

Úrslitini hjá ungdómsskjúttunum gjørdust hesi:

 

Recurve:

Tóra Dinna Reynskor (V) 250+248 = 498

Rebekka L. Olsen (T) 217+187 = 404 P

Jóhanna Fríða Haraldsen (V) 166+136 = 302

 

Hálvfinala:

Rebekka – Jóhanna : 6 – 0 

 

Gull-finala:

Tóra Dinna – Rebekka : 6 – 0 

 

Compound:

Aleksandur Leitisstein (Ø) 290+284 = 574 P / tangering av FO-metið.

Hans Jákup Højgaard (Ø) 278+275 = 553 P

Sámuel Petersen (Ø) 274+276 = 550 P

 

Hálvfinala:

Hans Jákup – Sámuel : 144 – 135

 

Gull-finala:

Aleksandur – Hans Jákup : 140 – 142

 

Úrslitini hjá vaksnuskjúttunum gjørdust hesi: 

 

Recurve:

Jógvan Petersen (Ø) 224+245 = 469 P

Hjalmar Suni Juul (Ø) 236+218 = 454

Baldur Unason (T) 236+213 = 449 P

Benjamin S. Isaksen (Ø) 191+199 = 390 P

Sigfríður G. Lützen (T) 150+146 = 296

 

Fjórðingsfinala:

Benjamin – Sigfríður : 6 – 0 

 

Hálvfinala:

Jógvan – Benjamin : 6 – 0 

Hjalmar Suni – Baldur : 6 – 2 

 

Bronsu-finala:

Baldur – Benjamin : 6 – 0 

 

Gull-finala: 

Jógvan – Hjalmar Suni : 6 – 0 

 

Compound:

Jóannes Poulsen (Ø) 291+292 = 583

Nikkel Petersen (Ø)283+286 = 569

Aleksandur Leitisstein (Ø) 276+268 = 544

Sámuel Petersen (Ø) 265+273 = 538 P

Hans Jákup Højgaard (Ø) 273+255 = 528

 

Fjóðringsfinala:

Sámuel – Hans Jákup : 135 – 135 (Shoot-off : 9 – 8 )

 

Hálvfinala: 

Jóannes – Sámuel : 148 – 136

Nikkel – Aleksandur : 144 – 136

 

Bronsu-finala:

Aleksandur – Sámuel : 137 – 127

 

Gull-finala: 

Jóannes – Nikkel : 144 – 141