Børnini duga betri í skúlanum

Sum heild hava børnini í fjórða og sætta flokki staðið seg væl í landsroyndini í ár.

Sum heild hava børnini í fjórða og sætta flokki staðið seg væl í landsroyndini í ár.

 

Sum heild hava næmingarnir í fjórða og sætta flokki staðið seg betri í landsroyndini í ár, enn teir hava gjørt í royndini undanfarin ár.

 

Tað sigur Skúlablaðið, ið hevur tikið samanum úrslitið.

 

Hetta er sjeyndu ferð, at næmingarnir í fjórða og sætta flokki hava verið til landsroynd.

 

Skúlablaðið skrivar, at í fjórða flokki eru miðalúrslitini bæði í føroyskum og tøkni hægri enn undandfarin ár.

 

Í sætta flokki er framgongd í støddfrøði og í føroyskum, serliga í at skriva fyrisøgn.

 

Kortini eru einstøk ár, har úrslitini í summum royndum hava verið hægri enn í ár men sum heild eru úrslitini í ár betri enn undanfarnu árini.

 

Onkur undantak eru tó, serliga í mállæru, har miðaltalið er lægri enn árini frammanundan undantikið.

 

Í fjórða flokki eru væl yvir prosent av næmingunum yvir miðal í fyrisøgn.
Framgongdin er støðug og samstundis er talið á teimum, sum fáa vánaligt skoðsmál lægri enn onnur ár.

 

Eisini í støddfrøði er úrslitið betri enn undanfarin á, tí fleiri næmingar eru yvir miðal í ár, enn tað hava verið onnur ár.

 

Úrslitið í náttúru og tøkni ber á sama borðið .

 

Hinvegin vísir úrslitið eisini, at í mállæru er miðalúrslitið heldur verri enn frammanundan.