Tvey mál vórðu skrivað, tá løgreglan gjáramorgunin kannaði, um børn sótu íbundin í bilum við Sørvágs skúla. Tað gav tveimum bilførarum klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin á politistøðini veit eisini at siga, at løgreglan í gjørdi ferðmátingar í Vágatunlinum. Tað var millum klokkan 10 og 11. Har var ein sak skrivað, har ein bilførari fekk bót fyri at koyra 100 km um tíman.
Seinnapartin í gjár klokkan 15.42 kom ein fráboðan um, at eldur var í eini gravimaskinum hjá byggivirginum MTV, sum stóð vestan fyri vegin við Hvalbiartunnilin hvalbiarmegin. Hon hevði verið í gongd 45 minuttir frammanundan. Eldurin var í húsinum á maksinuni, sum brann illa. Átaksleiðarin kom á staðið og fekk sløkt eldin við eldsløkkjara. Maskinan fekk stóran skaða. Staðfest er eisini, at eldurin kyknaði i eini sikringsboks í stýrhúsinum á maskinuni.