Børn og ung mugu bíða í 18 mánaðir eftir at fáa hjálp

Støðan er so ring, at tey, sum ikki feila nakað álvarsligt, verða sett aftur um á bíðilistanum

Børn og ung undir 18 ár, og sum hava sálarligar trupulleikar, mugu bíða í 18 mánaðir í miðal eftir at fáa hjálp. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.  Tað er sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt hann, hussu long bíðitíðin er at sleppa fram at í Barna- og ungdómspsykiatriini.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at samstundis sum at bíðitíðiner 18 mánaðir í miðal, eru tað 211 børn og ung, sum standa á bíðilista. Av teimum eru 1218 børn undir 11 ár og 83 børn og ung eru í aldrinum 12-17 ár.

 

– Í miðal verða trý børn og ung útgreinað um vikuna og tað er eitt umfatandi arbeiði tí upplýsingar skulu útvegast frá bæði frá foreldrum, skúla og stovni, umframt at ymsar kanningar skulu gerast. Tí kann ein útgreining taka fleiri mánaðir í summum førum.

 

Samanumtikið halda tey, at sálarliga støðan hjá børnum og ungum als ikki er góð í dag og at støðan er versnandi. Hesar seinastu mánaðirnar hevur Barna- og ungdómspsykiatriin fingið munandi fleiri ávísingar enn vanligt, har talan er um meiri ella minni bráðneyðugar støður. Tað eru eisini alsamt fleiri, sum mugu leggjast inn.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tey í Barna- og ungdómspsykiatriini hava lagt til merkis, at nógv dømi eru um, at talan er um trupulleikar, børnini og tey ungu hava drigist við í langa tíð - eisini í fleiri ár - uttan at fáa hjálp og eisini tað ger, at tað tekur longri tíð at útgreina støðuna.

 

Tey siga, at talið á børnum og ungum við álvarsligum sálarligum trupulleikum er so stórt, at tey, ið hava lættari sjúkutekin, verða sett afturum í bíðirøðina, men tað økir so aftur um vandan fyri, at eisini tey verða álvarsliga sjúk. Tí hevur tørvurin á fyribyrgjandi og skjótari hjálp ongantíð verið størri enn nú, sigur landsstýrismaðurin.