Tað er nú greitt, at barna- og ungdómsráðgevingin hjá Barnabata er endaliga dottin niðurfyri.
Tað einasta, sum kann broyta tað, er at samgongan broytir meining, ein av næstu døgunum, áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár verður endaliga samtykt hósdagin ella fríggjadagin.
Tú og Eg ráðgevingin, sum hon nevndist, hevur mest sum ligið still hetta seinasta árið.
Men fyri 14 døgum síðani sendi Annika Olsen út tíðindaskriv, har hon boðaði frá, at hon hevði biðið um at fáa 250.000 krónur á fíggjarlógini fyri næsta ár til Tú og Eg ráðgevingina so at hon kundi endurreisast.
Hon segði, at hetta er nóg mikið til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ráðgevingini.
Men her forroknaði landsstýriskvinnan seg so dyggiliga.
Hon hevði nevniliga ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesi ætlan, áðrenn hon almannakunngjørdi hana.
Tá ið avtornaði lurtaði samgongan ikki eftir landsstýriskvinnuni og tá ið Fíggjarnevndin viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, tók hon ikki játtanina á 250.000 krónur við.
Í løgtinginum í kvøld varð funnist at Annika Olsen og hon varð spurd, hvussu tað kundi bera til, at hon ikki tryggjaði sær undirtøku fyri hesum, áðrenn hon bað um pengarnar
Hon vardi seg við, at hon hevði lagt málið fyri landsstýrið, sum hevði tikið undir við ætlanini.
Hon heldur, at tað er ótrúligt, at Fíggjarnevndin sker eina so lítla játtan burtur, uttan at gretta orð ella eið fyri henni sum landsstýriskvinnu.
- Eg haldi, at tað er ein gøla, sigur Annika Olsen, tí hon heldur, at hetta eru smápengar.
Tað vóru eisini aðrir tinglimir, sum hildu, at talan var um eina gølu. Men gølan lá í at Annika Olsen sendir eitt tíðindaskriv út um at Barnabati fær fleiri pengar, uttan at tryggja sær undirtøku fyri tí, hvørki í Fólkaflokkinum, ella í samgonguni annars.
Og tá ið løgtingið atkvøddi um fíggjarlógina í kvøld, varð játtanin til ráðgevingina ikki við.
Løgtingið skal atkvøða um fíggjarlógina eina ferð afturat, tað verður hósdagin ella fríggjadagin og til tá ber til at gera broytingar og tað er hetta, sum, eitt nú tinglimir í andstøðuni, seta sítt álit á.
Hetta undraði eisini Anniku Olsen, tí hon sigur, at landsstýrið hevði tikið undir við ætlanini.
- Tú & Eg ráðgevingin er ein ráðgeving sum hjálpir og vegleiðir børnum og ungum við telduposti, kjatti á internetinum og í telefon, har har bæði ráðgevarin, og tey, sum ringja eru dulnevnd.
- Seinastu fimm árini hevur ráðgevingin hjálpt fleiri enn 3.000 børnum og ungum í Føroyum, sigur Annika Olsen
Børn og ung venda sær til ráðgevingina við alskyns trupulleikum og ivamálum. Eisini eru tað børn og ung í rættiligari kreppustøðu, sum biðja um ráð.
Tað, tey vilja tosa við ráðgevingina um, er eitt nú um kynslív, kropp og heilsu, einsemi, sjálvskaðandi atferð, sjálvmorðstankar, happing og mangt annað.
Annika Olsen sigur frá børnum og ungum, sum hava biðið um ráð, at tað munar, stuðlar og hjálpir teimum, og at tey vildu ikki verið ráðgevingini fyri uttan.
Seinasta árið hevur ráðgevingin ligið meira ella minni still. Ráðgevarar eru sjálvbodnir, men royndirnar vísa, at tað er neyðugt at hava ein løntan samskipara og tað var hetta tær 250.000 krónurnar skuldi brúkast til.
Hóast ráðgevararnir eru sjálvbodnir, er talan um professionell fakfólk, eitt nú sosialráðgevari, guðfrøðingur, sexologur, sálarfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingur og tá ið tørvur er á tí, kann lækni og løgfrøðingur eisini knýtast upp í ráðgevaratoymið.
Andstøðan í Løgtinginum skeyt upp at játta pengarnar, men uppskotið varð felt.
Les eisini tað nýggjasta í hesum máli: Fáa 200.000 krónur til børn og ung í kreppu
|