Bøndur sleppa nú at skjóta grágás

Jacob Vestergaard fer at leggja uppskot fyri Løgtingið í allar næstu framtíð


Nú skulu bøndur sleppa at skjóta grágás.


Tað ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum bæði umsitur búnaðarmál og veiðilógina.

 

Hann hevur skrivað eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið  um at gera bøndrum loyvi at skjóta grágás.

 

Uppskotið er til lógartekniska eftirkanning og verður lagt fram í næstum, sigur hann.

 

Hann sigur, at ætlanin er, at bøndur skulu fáa loyvi at skjóta grágás innangarðs, fyri at halda hana burtur frá slátturjørðini og veltum.

 

Hetta er í samsvari við tað, Búnaðarstovan hevur mælt til.

 

Orsøkin til tað er, at bøndur eru rættiliga illa plágaðir av grágás og kanningar hjá Búnaðarstovuni vísa, at har gæsnar eru, eta tær ein stóran part av gróðrinum, onkustaðni næstan helvtina av grøðini.

 

Hetta er ein svárur missur hjá bóndum tí tilsamans etur villgásin gras fyri eina milliónaupphædd, sum bøndurnir tískil mugu keypa aðrastaðni frá.

 

Hinvegin standa bøndurnir maktarleysir, tí villgásin er friðað og tískil fáa teir einki gjørt fyri at bjarga grøðini.

 

Samstundis fáa bøndur almennan stuðul til at økja um nøgdina á stráfóðuri so at teir sleppa undan innflutningi.

 

Jacob Vestergaard hevur áður sagt við in.fo, at hann skilir bøndurnir øgiliga væl, at teir vilja sleppa undan hesi pláguni, sum villgásin er.

 

- Bøndur liva av tí, sum jørðin gevur og tað, sum gásin etur, mugu teir tískil keypa og tað tyngir raksturin, sigur landsstýrismaðurin.

 

Myndin er frá eini roynd, Búnaðarstovan hevur gjørt. Myndin er tikin í mai og gróðurin er byrjaður av álvara. Grasið í innistikaða stykkinum, at gásin ikki sleppur framat, er 37 centimetrar sítt, men tað er einans 10 centimetrar uttanfyri stikið, har gásin sleppur til.