Bøndur fáa ikki av pengunum hjá Visit Faroe Islands

Nógv kjak hevur verið um, at fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ætlaði at taka 500.000 krónur frá Visit Faroe Islands og geva felagnum hjá bóndum, Jarðir pengarnar at menna eina app fyri, sum skal skráseta fólk, sum fara í hagan.

Formaðurin í fíggjarnevndi, sum hevði hesar ætlanir, uttan um landsstýrismannin á økinum, grundgav við, at vit nú høvdu bíðað so leingi eftir eini loysn at málinum um gongd í haga, so um Jarðir kláraði at loysa tað fyri 500.000 krónur, so helt fíggjarnevndin tað vera rætt at gera.

 

Men tað heldur fíggjarnevndin ikki longur, tí í broytingaruppskotinum til 3. viðgerð er ætlaða játtanin til bøndurnar strikað.