Í morgin verður skrið ella stormur av landnyrðingi
Í dag verður stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og regn av og á. Hitin verður millum 8 og 11 stig.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum.
Um veðrið í morgin sigur hann, at hann verður strúkur í vindi av ymsum ættum, um kvøldið skrið ella stormur av landnyrðingi. Tað verður ælingur, og hitin verður millum 7 og 10 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen.