Ongin fløskumóttøku verður á ólavsøku í ár, men verður í staðin heitt á ólavsøkugestirnar um at koyra síni íløt í nakrar nýggjar boblur, ið verða settar upp á Vaglinum og í Vágsbotni. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu síni í dag.
Orsøkin til, at kommunan nú fer frá fløskumóttøkuni er tí, at tað ikki eru so nógvar glasfløskur á ólavsøku longur.
- Í dag taka fólk heldur nakrar dósir við í ryggsekkin, og skonkistøðini eru mong og skonkja bert í plastíløt, skrivar kommunan.
Upplýst verður, at pantið av íløtunum fær ÍA, sum hevur átikið sær at sortera og henda íløtini innaftur.
Kommunan leggur tó at enda dent á, at tey við hesum ikki ynskja at steðga børnum og vaksnum, ið vanliga heinta íløt á ólavsøku.
- Tað eru tey hjartaliga vælkomin til at gera, og tað vónar kommunan verður gjørt, tí tað hjálpir kommununi at halda býin ruddiligan, skrivar kommunan.









