Bob Kimball: Fantastiskt at spæla í Føroyum

Høvuðsmaðurin á Summarfestivalinum í kvøld var Bob Kimball. Hann var ógvuliga positivur aftaná konsertina, og hevði hann bert gott at bera Føroyum og føroyingum.

Hann hevur spælt konsertir kring allan heim, selt fløgur í milliónatali, men í kvøld framførdi hann í Klaksvík. Talan er um Bob Kimball, sum er kendur úr bólkinum Toto, ið eigur hitt so sum Africa, Hold the Line og Rosanna.

 

- Tað var heilt fantastiskt at spæla í kvøld. Fjøldin var so við upp á tað, og tímdi eg næstan ikki av pallinum aftur, ljóðar tað frá kenda sangaranum.

 

At føroyingar fáa loyvi at hoyra ein tónleikalegendu er ikki at forsmáa, men hetta er satt at siga aðru ferð føroyingar fingu møguleikan at hoyra Toto sangaran. Hann var nevniliga í Føroyum fyrr í ár.

 

- Báðu ferðirnar var tað eins ótrúligt. Báðu ferðirnar regnaði tað somuleiðis, sigur Kimball skemtandi.

 

- Føroyar eru sanniliga eitt tað vakrasta staðið, eg havi vitjað í øllum mínum lívi, og fólkini her eru so stuttlig og vinarlig, sigur Kimball, og avdúkar hann samstundis, at hann gleðiliga hevði viljað komið eina triðu ferð eisini.

 

Rocklegends, sum spældu á Vágsbøi í kvøld, hava eitt stramt program.

 

- Í gjár spældu vit tvær konsertir í Svøríki. Ikki var meiningin at spæla serliga leingi, men vit spældu bara, og tað endaði við, at vit ikki vóru liðug fyrr enn kl. 3.30 gjáranáttina. Í morgun skuldu vit so úr hotellinum kl. 7.30, so tað var ikki nógvur svøvnur til okkara.

 

Sambært Kimball hevur manglandi svøvnur onki at siga.

 

- Tað er ikki loyvi at vera móður. Tá man stendur á pallinum móttekur man so nógva orku frá fjøldini, sum man so kann geva teimum aftur. Tað er ein ótrúlig kensla, sigur Kimball avgjørdur.

 

Um føroyingar sleppa at hoyra Kimball aftur í Føroyum, fer tíðin at vísa. Men er tað upp til mannin sjálvan, so er onki at ivast í.

 

- Hetta er eitt av mínum yndisplássum, so um eg verði spurdur, so komi eg, sigur Bob Kimball at enda.