Nývaldi formaðurin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron, gongur nýggjar leiðir í royndunum at vinna tað næsta parlamentsvalið. Hann hevur sett ein arbeiðsbólk at stinga út í kortið, hvørja leið flokkurin skal taka, tá tað snýr seg um altjóðagerð og fátækradømi, og ráðgevi hjá arbeiðsbólkinum er eingin annar enn tann kenda írska rockstjørnan Bob Geldof.
Sambært BBC er eingin ivi um, at David Cameron hevur gjørt eitt satt kvetti, nú havv hevur fingið tann væl umrókta Geldof at hjálpa sær, tí írin hevur drúgvar royndir í stríðnum ímóti fátækradømi kring heimin. Hann var høvuðsmaðurin aftan fyri Live-Aid átakið og ein av oddamonnunum aftan fyri Live 8-tiltakið, sum bleiv skipað í sambandi við toppfundin hjá G8-londunum í Skotlandi í summar.
David Cameron sigur við BBC, at konservativi flokkurin ætlar sær at koma við einum munagóðum íkasti til orðaskiftið um altjóðagerð og fátækradømi. Harafturat er ætlanin at gera eitt uppskot um, hvønn politikk Bretland eigur at reka mótvegis Heimsbankanum, Altjóða Gjaldoyragrunninum og øðrum altjóða felagsskapum og stovnum.
-Arbeiðsbólkurin skal koma við nýggjum hugskotum um, hvussu vit kunnu geva teimum fátæku londunum fleiri bein at standa á, sigur David Cameron, sum ikki dylur fyri, at hann er sera fegin um at hava fingið Bob Geldof til ráðgeva.