Hóast boðskapurin ere týdningarmikil, so eigur hetta ikki vera umbering fyri ikki at gera sær ómak við tónleikinum, sigur Martin í Grund, sum í kvøld fer á pall á Fjarðafestivalinum - Ofta verður tað í kristnum samanhangi hildið, at so leingi sum gleðiboðskapurin kemur fram, so hevur hitt ikki so nógv at siga. Og so endar tað við, at hetta verður ein umbering fyri at vera dovin, og so blívur tað fesjut og keðiligt. Tað eigur ikki at vera í lagi at hugsa, at alt hitt er ikki so farligt, bara Jesus verður nevndur. Heldur eigur kristni boðskapurin at eggja okkum at gera okkum so nógvan ómak sum gjørligt við tí, sum vit skapa. Sum Guds børn eiga vit at geva tað besta vit kunna og at gera tað so gott sum gjørligt. Fólk eru heldur ikki býtt. Man má hava so mikið av virðing fyri, at tey vita, um tað, sum verður lagt fram er gjørt ordiligt ella ikki, sigur Martin í Grund.
Martin ynskir, at tað, sum hann hevur at siga í tekstunum, kemur væl fram. Og tekstirnir ? sum teir flestu eru á enskum - snúgva seg um veruligar trupulleikar, og um at svar finnast.
- Eg vil helst, at tekstirnir eru um okkurt vældefinerað; okkurt, sum man kann tosa um aftaná. sigur hann. Fleiri sangir snúgva seg um longsul. Tað verður í onkrum sangum til dømis tikið støði í støðuni hjá Jósefi og Nóa, sum longdust eftir Gudi. Hvussu nógv lort man Nóa ikki hava hoyrt fyri sítt álit á Gud? Tað er nakað, sum fólk kunnu kenna seg aftur í.
- Tónleikur er eitt gott amboð hjá kristnum at fáa boðskapin úteftir, sigur Martin. Tað er týdningarmikið, ikki at halda tað, sum man hevur fingið, fyri seg sjálvan, men at geva tað víðari.
Oddur á Lakjuni