Portugisiska løgreglan vil hava Kate og Garry McCann at medvirka í einari eftirgerð av tí, sum hendi, tá Madeleine hvarv Portugisiska løgreglan hevur sent boð eftir foreldrunum hjá Madeleine McCann og fleiri bretskum ferðafólkum, sum vóru í Portugal um tað mundið, tá gentan hvarv tann 3. mai í fjør.
Tað skrivar blaðið The Times í dag.
Orsøkin er, at løgreglan ætlar at skipa fyri einari endurgerð av tí, sum hendi, ella sum kann hava hent, tá Madeleine hvarv, og fyri at fáa eina so fullkoma mynd sum gjørligt hava fleiri fólk fingið boð um at medvirka, skrivar The Times.
McCann-hjúnini hava ikki verið í Algarve síðani í septembur í fjør, og tað ljóðar, at tey ætla sær at sýta fyri at fara aftur til Portugals, uttan so at portugisiska ákæruvaldið reinsar tey fyri allan illgruna.










