Boðini upp á Brúnna við Sandá skulu latast inn 12. oktober.
Fyri umleið fýra vikum síðani fingu trý av stóru byggifeløgunum í landinum, J & K Petersen Contractors, Articon og TG-Verk Føroyar, útflýggjað útbjóðingartilfarið til komandi brúnna um Sandá. Byggifeløgini hava nú havt eina tíð at gjøgnumganga útbjóðingartilfarið, og í dag var ein felags fundur millum umboð fyri bygginevndina, umsitingina, tilboðsgevararnar og teirra ráðgevarar.
Marin Katrina Frýdal, sum er forkvinna í teknisku nevnd hjá býráðnum, og eisini limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá, umboðaði bygginevndina á fundinum. Hon greiddi stutt frá um ynskir at ætlanir býráðsins við verkætlanini. Síðani greiddi umsitingin stutt frá um útbjóðingartilfarið, tíðarætlan o.l., og at enda settu umboð fyri byggifeløgini og teirra ráðgevarar fram ymiskar spurningar um útbjóðingartilfarið og treytirnar.
Byggifeløgini hava freist til 12. oktober 2012 at lata gera uppskot til brúgv og rokna út tilboð. Býráðið miðar eftir, at arbeiðið kann byrja um hálvan januar 2013, og at henda nýggja farleiðin um Sandá skal standa liðug 30. mai 2014.
- Sandá og økið harumkring eru náttúruvøkur øki, og hetta skal virðast. Tí er ætlanin, at brúgvin skal hava minst møguligt árin á nærumhvørvið. Brúgvin skal somuleiðis vera eitt byggilistarligt vælaverk og ein prýðiligur varði til okkara eftirkomarar.
- Arbeiðið verður nú boðið út í eini heildararbeiðstøku, innkomnu koma tilboðini at verða dømd eftir einum ávísum lykli, har tað, umframt prísin, m.a. verður útsjóndin av brúnni, ið fer at telja nógv. Eisini verða serlig atlit tikin til bleytu ferðsluna, t.v.s. fólk til gongu, á súkklu, rørslutarnað og onnur, sigur Marin Katrina Frýdal í stuttari viðmerking.