Boðanesheimið samtykt

Fyrireikingarnar til at byggja nýggja røktarheimið eru nú komnar so mikið áleiðis, at býráðið hóskvøldið samtykti at fara í samráðingar við Articon. Tríggjar undangóðkendar fyritøkur lótu inn uppskot og tilboð, og út frá eini samlaðari meting var uppskotið hjá Articon tað besta.

- Sum forkvinna í sosialu nevnd fegnist eg serliga um, at býráðið samtykti hetta einmælt. Tilgongdin í slíkum málum kann fyri summi hava virkað drúgv, men so mikið meira kunnu vit nú gleðast um, at spakin kann setast í seinni í ár, sigur Halla Samuelsen.

Boðanesheimið er eitt stórt røktarheim. Har koma at búgva 64 fólk, og 90 fólk at starvast dagliga. Hetta setir sum vera man serlig krøv til bygningin.

- Sjálv meti eg, at tað hevur eydnast Articon og arkitektum teirra at tekna ein bygning, sum hóast stórur kennist heimligur, sigur Halla Samuelsen.