BMW X5 ? fyri næstan eina millión

Hjá Bilfríðkan hava teir fingið ein BMW X5 til landið. BMW settu sær høg mál, tá teir komu á marknaðin við X5, ið trekkjur á øllum hjólunum og klárar seg eins væl á motorvegnum og uttan fyri vanliga koyrivegin

Bilar í hesum klassanum verða vanliga nevndir SUV (Sports Utility Vehicle), men BMW kallar X5 fyri ein SAV (Sports Activity Vehicle), ið bilurin av sonnum eisini er. BMW gjørdi onga neyðsemju viðvíkjandi koyrieginleikunum, tá teir gjørdu bilin, tí X5 skuldi vera líka góður at koyra sum BMW persónbilarnir. Hetta ljóðar mótsigandi, men tað letur seg gera, tá X5 ikki er ein jeepur burturav, hóast hann hevur permanenta drívmegi á øllum fýra hjólunum. Tað er ein undarlig kensla at seta seg við rattið á X5, alt virkar sum á einum vanligum BMW. Munurin er, at tey ferðandi í bilinum sita hægri, og útsýnið verður harvið betri. Koyrieginleikarnir á X5 eru fult á hædd við BMW persónbilarnar í allar mátar, bilurin hevur stramman undirvogn við 17" hjólum. Tað vísir seg, at bilurin klatrar sum ein jeepur uttan fyri vanliga koyrivegin. Hetta kemur eisini av, at X5 hevur hevur t.d. HDC (Hill Descent Control) og anti-spinn.
Standard og eykaútgerð
Bilurin fæst við trimum bensinmotorum frá 3,0 litur við 231 hk til 4,6 litur við 347 hk og einum 3,0 litur dieselmotori við 184 hk, ið er tann bilurin, vit royndarkoyrdu.
Ein X5 3,0d kostar her hjá okkum kr.652.600. Tá hevur bilurin alla standardútgerð sum t.d. ABS-bremsuskipan, ADB-X (Automatic Differential Brake), ASC-X (Automatic Stability Control), CBC (Cornering Brake Control), DBC (Dynamic Brake Control) DSC (Dynamic Stability Control). Alt hetta er bert nakað av standardútgerðini í X5 3,0d. Síðan hevur hesin bilurin eykaútgerð fyri kr. 257.273. Bert sportpakkin kostar kr. 80.000, har er m.a sport undirvognur, multifunktiónsratt, 19" felgur, titan line panelir innan, el-setur við memory til førarasetrið og sportsetur.
Annars umfatar eykaútgerðin eisini PDC (Park Distance Control), automatiskt klimaanlegg bæði aftan og framman, navigatiónskipan + boardcomputara, HiFi hátalaraskipan o.a.
Hesin bilurin kostar tilsamans kr. 909.873.

????????????

BMW X5 3,0d

Motorurin:3,0 litur 6 syl. diesel 184 hk
v. common-rail innspræning0-100:10,5 sek
Oljunýtsla:10,3 km/l
Dekkstødd:framman:255/50-19
aftan:285/45-19
Stødd og vekt:
Longd:466,0 cm
Breidd:187,0 cm
Hædd:172,0 cm
Eginvekt: 2050 kg
Viðførisrúm:465 litrar
Prísur:kr. 909.873
Standard prísur: kr. 652.000
Søluumboð:Bilfríðkan
v .Velbastaðvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300
www.bilfridkan.fo