Bluffið burtur og kortini á borðið

Nú danski forsætisráðharrin kemur á almenna vitjan, má alt ikki aftur bara gerast eitt bluff, men týdningarmiklir veruleikar mugu leggjast opnir fram á borðið

Lars Løkke Rasmussen skal vera hjartaliga vælkomin til Føroya á almenna vitjan saman við Sólruni.

Hann hevur verið fastur gestur í Føroyum sum privatpersónur, men hetta er fyrsta almenna vitjanin sum forsætisráðharri Danmarkar.

Og sum vit hava skift orð um so ofta á fólkatingi, so hevði tað verið ómetaliga kærkomið, um Lars Løkke Rasmussen nýtti høvi at bróta burtur úr nýggjum:
At leggja bluffið burtur og kortini á borðið. At tosa saman um veruleikan sum vaksið fólk, heldur enn at spinna eitt klæði, ið skal fjala veruleikan í viðurskiftunum millum lond og fólk okkara. At viðganga, hvørji áhugamál Danmark røkir í viðurskiftunum við Føroyar.

Ikki aftur gamla leikritið
Vit hava jú verið so von við tað afturvendandi leikritið, tá undanmenninir hava vitjað í Føroyum, at vit duga tað uttanat:
Forsætisráðharrin lendir í Vágunum, har bæði løgmaður og hægstu embætisfólk taka ímóti, og pressan er til staðar – ofta við beinleiðis rapportering.
Har verður so ein fyrireikaður boðskapur sendur út til almenningin, sum tildømis “ligeværdige parter”, “færinger bestemmer selv”, “modernisering af rigsfællesskabet”, “nyordning”, “Danmark vil hjælpe Færøerne i forhold til EU”, “fælles bånd og tryghed i rigsfællesskabet”, “man må jo respektere grundloven” o.s.fr.
Hetta verður so endurtikið á allari ferðini og eisini á einum tíðindafundi at enda. Og oftast situr so ein føroyskur løgmaður undir liðini og nikkar til tann uppsetta leikin.
Hartil verða so stundum givnar onkrar samrøður í bløðum og øðrum miðlum, ið ikki forsøma at stuðla sambandsveinginum og geva nøkur góð skot móti fullveldisrørsluni.

Dugnaligt spinnarí – men er tað gagnligt?
Hetta er stak dugnaligt politisk arbeiði og spinnarí, tí oftast fer hetta fram uttan ein kritiskan spurning í føroyska almenninginum.

Men tað er ikki virðiligt millum fólk og tjóðir. Og tað er ikki gagnligt fyri at menna eitt ábyrgdarfult og nútímans fólkaræði í heiminum. Tað hevur bert til endamáls at varðveita status quo og rura fólk í blund.

Tí fari eg vinarliga at mæla til – og heiti á allar flokkar um standa saman um tað – at tey politisku kort, ið verða løgd opin fram og viðgjørd á hesari almennu vitjan, í minsta lagi verða hesi:

Rættindi eru ikki tað, ið onkur gevur tær, men tað, ið ongin kann taka frá tær.
Tað eigur at verða sligið fast, at Føroya fólk sjálvsagt eigur rættindini at samtykkja egna stjórnarskipan, har m.a. verður staðfest, at Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum og skipar síni egnu fólkaræðisligu rættindi og mannagongdir.
Hetta hava allir flokkar verið samdur um, til danska forsætisráðið legði seg út í málið, har politikkur fjaldur sum løgfrøði, ikki vildi viðurkenna henda rættin.
Spurningarnir eru sera einfaldir:
Kunnu vit tosa um eitt fólkaræði, um eitt fólk ikki sjálvt hevur samtykt tær grundleggjandi skipanirnar, sum valdið og ræðið skulu virka eftir?
Bæði Noreg og Ísland samtyktu sínar egnu grundlógir og fóru so fram eftir sínum egnu fólkaræðisligu reglum, tá tey skipaðu seg sum sjálvstøðug lond. Hví skuldu føroyingar ikki gjørt tað sama?
Um danska grundlógin (sum Føroya fólk ongantíð hevur samtykt) verður politiskt brúkt til at forða føroyingum at samtykkja egna stjórnarskipan, hvør hevur so evsta valdið í Føroyum: Føroyska fólkið ella danskir myndugleikar?
Hví hevur danska stjórnin áhuga í at ganga ímóti eini semju millum allar flokkar í Føroyum, ið vil geva Føroya fólki møguleika við fólkaatkvøðu at samtykkja sínar egnu demokratisku spælireglur?
Hvussu ber tað til, at Danmark sigur seg vilja samtykkja eina ES-grundlóg, men at tað skal ikki bera føroyingum til at gera egna stjórnarskipan?
Hvussu samsvarar alt hetta við tosið um “ligeværdige parter”, “beslutningerne træffes på Færøerne”, og “bliv nu enige først, så får I det som I vil have det”.

Makrelframferðin hjá ES
Hvussu ber tað til, at Danmark, ið formliga sigur seg hava ræðið á uttanríkispolitikki Føroya, gjøgnum ES gongur beint ímóti Føroyum í makrelmálinum og letur ES hótta við tiltøkum?
Hvussu kunnu vit røkja okkara uttanríkispolitisku áhugamál, tá tey ganga ímóti donskum áhugamálum?

EFTA – EBS og ES-málið
Danmark sigur, at Føroyar kunnu ikki gerast partur av sonevnda EBS-samstarvinum, har lond uttanfyri ES kunnu hava skipaði viðurskifti við ES-marknaðin innan bæði vørur, tænastur, kapital og persónsrættindi. Hví verður hetta afturvíst, meðan samstundis verður tosða jaliga um at gera Føroyar til part av ES gjøgnum Danmark?

Hvalaveiðimálið
Hvussu ber tað til, at Danmark, sum gjørdist limur í altjóða hvalaveiðinevndini IWC orsakað av føroyskari hvalaveiði, nú gongur beint ímóti føroyskum áhugamálum í IWC?

Umskipanin av løgregluni ´
Hvussu ber tað til, at øll løgreglan í Føroyum varð grundleggjandi umskipað, uttan at føroyskir myndugleikar vórðu hoyrdir ella høvdu nakra ávirkan – og er tað í samsvari við fólkaræðisligar grundreglur?
Hvussu ber tað til, at landsstýrið staðfesti, at rættargangslógin fyri Føroyar var brotin í sambandi við at seta leiðandi størv innan løgregluna – men at hetta varð afturvíst frá donksu stjórnini?