Leygardagin spælir Froðbiar Sóknar Bluesorkestur í Tvøroyrar Klubba Leygardagin 10. november kl. 22:30 spælir Froðbiar Sóknar Bluesorkestur í Tvøroyrar Klubba
Tónleikurin er lurtaravinarligur bluestónleikur í ymiskum stílum. Íblásturin er blues úr 60´unum, tó í nútímans tulking. Fyrimyndirnar eru eitt nú Peter Green frá Fleetwood Mac, Paul Lamb og Eric Clapton.
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spældi fyrstu ferð á Jóansøkufestivalinum í 2005 á Tvøroyri undir heitinum Holbæks Blues Band. Síðan var steðgur í uml. hálvtannað ár, men í februar 2007 varð venjingin tikin upp aftur, hesaferð við størri skrá Og endiliga var so frumframførsla, beint áðrenn Ólavsøku í ár, í Pub´ini hjá Thomsen ? og tað riggaði sera væl.
Í bólkinum eru Vilhelm Meyer, bas ? Dennis Lave, trummur ? Dávið Jacobsen, lead- og rytmuguitar ? Páll Lave, lead- og rytmuguitar og Kristian Holbæk, vokal.