Blue 7 við Thorbjørn Risager á Jóansøkufestivalin

Eitt av størstu donsku blús nøvnunum seinnu árini, Thorbjørn Risager og bólkurin Blue 7 fara á pallin á Jóansøkufestivalinum


Bólkurin Blue 7 við Thorbjørn Risager er eitt tað best umtókta blús navnið í Danmark í dag. Hetta er ein bólkur við framúr góðum og royndum tónleikarum, sum tekniskt eru ómetaliga væl fyri, men í hesum sambandi leggja mest í, at sálin og hjarta eru við í framførslunum. Teir eru Thorbjørn Risager (rødd og gittar), Emil Balsgaard (klaver og orgul), Kasper Wagner (tenor og altsaksofon), Andreas Biilmann (trompet), Svein Erik Martinsen (gittar), Søren Bøjgaard (bass)
Martin Seidelin (Trummur)
 
Bólkurin er serliga vælumtóktur í Keypmannahavnar økinum, har hann ferð eftir ferð gevur fantastiskar konsertir fyri stúgvandi fullum spælistøðum.
 
Thorbjørn Risager: Blue 7 spælir bæði egnar sangir/løg og nýggjar samansetingar av gomlum R & B klassikarum. Stílurin er inspireraður frá R & B tónleikinum frá 1950unum og 1960unum, kryddaður við New Orleans Secondline. Í 2004 kom fyrsta fløga við bólkinum.
 
Thorbjørn Risager hevur á óteljandi konsertum í øllum Skandinavia sligið navn sítt fast sum ein av allar bestu donsku og skandinavisku sangarunum og ein framúr góður blues-gittarleikari. Í september í fjør varð hann kosin Ársins Danska Bluesnavn 2005.