Blomkál og fennikel veksur eisini væl í Føroyum

Í 2016 fóru tvey ung, Birgith Lassen og Rólant Dam, undir eina verkætlan, ið skuldi flyta náttúru og matframleiðslu inn í hjartað í Havnini.

Talan var um sokallaða urban gardening verkætlan, sum millum annað hevði til endamáls at vita, hvat grønmeti tú kanst dyrka í Føroyum. Verkætlanin fekk navnið Býarfesti.

Niðurstøðan var, at tað letur seg væl gera at velta við øðrum enn vanligu eplunum, ið eru at síggja í flestu veltunum í Føroyum.

 

– Ofta er tað purrur, eplur og røtur, sum fólk avmarka seg til. Men tað vísir seg, at tú kanst saktans fáa fennikel, brokkoli og onnur ting at vaksa. Tað, sum var mest yvirraskandi, var blomkál. Vit høvdu øll møgulig sløg av eplum, ikki bara vanlig epli, men blá epli og lilla epli. Vit høvdu sjálvandi fleiri sløg av røtum. Og vit høvdu øgiliga nógv sløg av káli - grønkál, spísskál, reyðkál, savoykál og sinnopskál, sigur Birgith Lassen.

– Vit keyptu nógv asiatisk fræ, tí tað vísir seg, at tað, sum veksur væl í Asia, veksur væl í Føroyum. Í øllum førum tað, ið veksur í kaldaru pørtunum av Asia. Kál vaks nokk best, men eisini ymisk sløg av berum. Eitt, sum var nokk so serligt, var spinathindber. Tey eru ikki so útbreidd, men tey vaksa væl í Føroyum. Brokkoli og fennikel riggaði væl eisini.

Meira er at lesa um Býarfesti í Vikuskiftissosialinum.