Blokkurin má tiðnast upp

Marjus Dam, løgtingsmaður

Eg fari - vegna sera nógva føroyingar - at heita á fíggjarnevndina um at biðja løgmann og fíggjarmálaráðharran um at rætta skeivleikan, ið varð gjørdur fyri nøkrum árum síðan: Prístalsregulerið blokkin – afturvirkandi frá 2002 - og oyramerkið hesar árligu 125 milliónirnar at fara til almanna-, heilsu- og skúlaøkið.
Tað er sera hart hjá mongum føroyingi at síggja, at samfelag okkara liggur í fíggjarligum andaleypi orsakað av, at fullveldisfólk skóru blokkin niður við 366 milliónum krónum árliga fyri nøkrum árum síðani. Hví varð peningur ikki lagdur til viks í teimum góðu tíðunum, verður spurt? Jú, tað vit skuldu lagt til síðis - varð givið burtur til Danmarkar. Nú tørvar okkum hendan burturgivna pening í ólukkumát. Óføra gávumildni hevur higartil kostað Føroyum umleið fýra milliardir krónur. Ei undur í, at peningur tørvar.
Blokkurin var ikki bert skerdur, men eisini fastfrystur í 2002. Tað merkir, at staturin nú sparir uml 125 milliónir krónur árliga, ið eftirverandi ríkisveiting átti at verið hægri. Føroyingar mugu so aftur spara hesa upphædd innan økir, ið flest øll hava ov lítið sum er. Tað er mær ein gáta, hví loysingafólk skulu taka kvørkratak á føroyingar, fyri at staturin skal spara. Er tað ikki serliga Tjóðveldi, ið sigur, at staturin hvørt ár vinnur milliardir av krónum í spardum NATO limagjaldi orsakað av strategisku placeringini av Føroyum? Er ikki rímiligt, at nakrar av hesum spardu krónum fella aftur til Føroyar og gera gagn í vælferðarsamfelagnum?
Vit hoyra nú, at fíggjarlógin komandi ár skal spara hundratals milliónir. Fíggjarnevndin leggur upp til sera stórar sparingar – hoyra vit í pressuni.
Tað er onki at ivast í, at ein partur av loysnini av fíggjarliga trupulleikanum, vit eru í, er at tiðna ríkisveitingina uppaftur.