Blokkurin er grundarlagið

? Bert tað at Javnaðarflokkurin i uppskotinum um sjálvstýri góðtekur, at blokstuðulin skal avtakast, er mest týðandi støðugtakan hjá flokkinum, sigur samfelagsfrøðingurin

Jógvan Mørkøre heldur, at alt annað í støðutakanini hjá flokkinum er bert ein spurningur um, hvussu ymsu lutirnir verða kallaðir. Nýtt er eisini, at sjálvstýri skal staðfestast við, at londini í ríkisfelagsskapinum skulu verða javnsett. Higartil hevur staturin verið oman fyri heimastýrislógina, sigur Jógvan Mørkøre.

Hann heldur kortini at hetta punktið er eitt sindur ógreitt, tí um ein avtala skal gerast um javnsettar partar, hvør skal so gera lógina?

? Og skulu vit ikki hava grundlóg, er tað ein spurningur, um talan veruliga er um javnsettar partar, sigur samfelagsfrøðingurin.

? Tað kann eisini vera torført at skilja, at um annað landið er suverent, hví góðtekur Javnaðarflokkurin ikki orðið fullveldi, tí bert tá er ikki talan um tveir javnsettar partar.

Javnaðarflokkurin hevur tvørturímóti tvey mál á skránni, annað er at yvirtaka mál so hvørt sum frálíður, og hitt er at siga fólkatingsumboðanina frá sær, tá yvirtøkurnar eru framdar.

? Eftir sum eg lesi uppskotið, so hevur tað nakað í sær, sum líkist einari ríkjasamgonga og samstundis er samveldi. Hetta er eitt sindur ógreitt, men kanska vil Javnaðarflokkurin hava fleiri møguleikar í boði, fyri at taka fyrilit mótvegis veljararunum.

? Samanumtikið er hetta uppskotið er so mikið opið, at tað ber til at samráðast um innihaldið.

? Tá blokkurin er avtikin, er grundarlagið tikið undan ríkisfelagsskapinum, út frá merkingini, at størri sjálvstýri vit fáa, minni verður blokstuðulin. Tað merkir, at próvgrundin fyri ikki at taka fult sjálvstýri, fellur burtur, sigur Jógvan Mørkøre