Tey komu úr øllum ættum. Summi við stórslignum starvsheitum og hóskandi búnum. Onnur komu sum tey einaferð vóru. Øll høvdu tey tað til felags, at dagliga yrkið gav teimum møguleika at vitja Christiansborg ein vanligan týsdag í apríl til eina ráðstevnu um búskap. Tey flestu føroyingar og grønlendingar. Og sjálvandi eisini vóru eisini fitt av dønum, onkur úr Ìslandi og eitt umboð fyri sendistovuna hjá Eri-trea hevði á ein ella annan fingið fatanina av, at hetta var nakað fyri hann.
Norðuratlantsbólkurin hevur við at skipa seg sum bólk fingið hendur á einum munagóðum bita av játtanini til danska fólkatingið. So stórur er bitin, at týðandi politisk evni kunnu fáa eina gjølla viðgerð. Hesaferð var tað búskapurin, ið átti tørn. Skráin var eitt sindur ørkymlandi á at líta. Heitið var høvdið á blokkin, og sagt varð í kunnandi tilfarinum, at ráðstevnan fór at snúgva seg um føroyskan búskap. Røðararnir vóru nógvir. Bæði altjóða serfrøðingar og meira heimligar typur við holllari vitan greiddu frá, men tað var torført at fáa eyga á breiðu og nágreiniligu lýsingina av búskaparstøðuni, sum er neyðug, tá mann ger greitt, at endamálið er kunning, kunning og meira kunning. Tað var ógvuliga trupult at gera sær nakra heildarmynd av samanhangunum.
Tað er vert at nevna, at hugtók sum sjálvberandi búskapur at kalla ikki vóru at hoyra.
Á teimum næstu linjunum, eins og á teimum omanfyri, kunnu tygum lesa subjektivu metingina hjá undirritaða av ráðstevnuni. Aðrastaðni á hesum báðum síðum ber til at lesa meira objektivar frágreiðingar til tey ymsu evnini og ymsu røðarnar, ið vórðu uppi og vendu á ráðstevnuni.
Så smukt
Fyri at siga tað so einfalt sum gjørligt, so var tað ikki so nógv galið við hesari meira ella minni politisku ráðstevnuni. Ikki annað enn politikararnir, altso. Og har vóru teir donsku politikararnir í serflokki at hála virðið á ráðstevnuni undir lágmarkið ta løtuna, teir luttóku. Politikararnir úr hinum pørtunum av ríkinum hava eisini staðið seg betri enn týsdagin, men í mun til donsku starvsbrøðurnar glógvaðu teir.
Umboð úr fýra donskum flokkum sótu við pallborðið. Seinni sama dag vóru týðandi politiskar tingingar skipanina av donskum kommunum í framtíðini. Og tað var kanska hetta torføra mál, sum var á huganum á donsku politikarunum. Ì øllum førum tóktist donsku politikararnir fjarir og ógvuliga óvitandi. Evnið hjá teimum var at røða um, hvat Danmark væntaði sær av blokkstuðulinum, og høvuðsevnið á ráðstevnuni var búskapur í ríkisfelagsskapinum í sambandi við rískisveitingar. Men tað var kortini bert Marianne Jelved úr Radikale Venstre, sum kortini hevði tað minsta av ítøkiligum viðmerkingum, og tað var eitt lyfti um tosa víðari og endurskoða. So var restin ein long røð av innantómum orðafellum um vakurleikan og styrkirnar í ríkisfelagsskapinum, sum, alt eftir politiskari yvirbevísing, kann tykist mikið skilagott, men í mun til evnið var tað burturvið.
Men teir føroysku og grønlendsku politikarnir høvdu eisini góðan hug at tosa um kenslir heldur enn tøl og blokk. Tað ber jú so grúiliga væl til at varðveita samstarv og brøðrabond sum sjálvstøðugir statir, ljóðaði tað ferð eftir ferð, um nakar skuldi ivast.
Astrup rulaði
Tann so eyðkendi, næstan føroyski, bankastjórin í tí stóra bankanum í Føroyum, Jørn Astrup Hansen, er fastur fúsur, tá føroyska samfelagsgongdin seinnu árini skal lýsast. Tað er valla nakar, ið megnar at gera tað so gott sum Jørn Astrup. Hann byrjaði væl, men so gekk tað meira striltið. Hann virkaði ikki so væl fyri, sum mann kanska skuldi vænta. Men so var ikki. Tá hann hevði rist tey heldur turru hagtølini frá sær, byrjaði bankastjórin at bíta frá sær. Og hann hevði nógv at geva av.
Nógv fingu eitt prik. Eingin meira enn føroysku politikararnir. Ikki bert fyri teirra vantandi vilja at loyva pant í fiski- og aliloyvum, men tað er eisini - sambært Jørn Astrup Hansen - nakað lort við øllum hesum grunnunum og almennu partafeløgunum og vantandi privatiseringunum og alt møguligt annað, sum hann loyvdi sær at undrast yvir.
? Der sidder sådan et underligt slør i den færøske økonomi, segði Jørn Astrup Hansen millum annað.
Turt kjak
Ráðstevnan varð hildin í stásiligum umhvørvi á Christiansborg frá klokkan níggju á morgni til nakað væl út á seinnapartin.
Tvær reisir var kjak við tveimum ymsum pallborðum. Og tað var næstan ikki til at halda út. Politikararnir megnaðu hegnisliga at kvala sína egna ráðstevnu við teirra gamla víni - í gomlum fløskum.
Høvdið rakti ongantíð rættiliga blokkin í tann mun, at vit fóru nógv avstað við vitan, men eins nógvari lítið týðandi sum hent vitan. Fleiri hildu upp á, at blokkstuðulin var av tí ónda, men tað var meira enn nakað annað av hugsjónarligum orsøkum og ikki so nógv við búskaparliga greiningum. Tað vóru mest orðingar sum "kann vera skaðiligt" og "ynskiligt at avtaka blokkin". Tað var kanska heldur ikki so undarligt, at fólk á einari ráðstevnu hjá loysingarsinnaða Norðuratlantsbólkurin ikki eru so glað fyri blokkstuðulin.
Og tunga kjakið gjørdi, at tað kendist meira sum at fáa blokkin á høvdið - men ongantíð endavendan.