Blokhin gevst sum landsliðsvenjari

Oleg Blokhin, sum var venjari hjá Ukraina, tá teir spældu móti Føroyum í seinastu EM-undankappingini, hevur nú sagt seg úr starvinum

Fótbóltur

 

- Eftir at hava staðið á odda fyri landsliðnum í fýra ár, haldi eg meg ikki hava meira at geva. Og eg gevi bert mær sjálvum skuldina fyri, at vit ikki megnaðu at spæla okkum til EM-endaspælið sigur Blokhin við tíðindastovuna ESPN.

55 ára gamli Blokhin varð í 1975 kosin sum besti spælarin í Europa. Hann gjørdist landsliðsvenjari í 2003, og í 2006 leiddi hann landið til fjórðingsfinaluna í HM. Tað er besta úrslitið hjá landinum nakrantíð.