Føroyar eru valdar út sum besta ferðamálið fyri 2019 á einum nýggjum lista hjá bloggarasíðuni, Travel Lemming. Listin kallast Judges’ Award, har fimm útvaldir viðurkendir bloggarar í felag hava valt 12 ferðamál út, sum tey vænta fara at blíva stór í 2019.
Føroyar blivu sum tað einasta ferðamálið valt á øllum atkvøðuseðlunum hjá dómsnevndini. Fjøllini, flaðtakhúsini og seyðurin vóru m.a. við til at imponera tey, sambært grundgevingini.
- Hesar gandakendu oyggjarnar mugu vera millum tey síðstu fáu óspiltu ferðamálini í Evropa. Tað fer kanska at broytast skjótt, tí orðið um Føroyar er úti - tað perfekta spæliplássið til tínar sansir í 2019, stendur skrivað.
Tú kanst lesa meira um hetta her.