Eg skrivaði í farnu viku um at hetta við at fara einsamøll á barr. Niðurstøðan var púra greið: Alt ov kiksað!
Eg havi fingið nógvar teldupostar um hetta, har fólk siga sína hugsan um evnið, og tað tykist sum, at fólk eru samd í, at tað bara ikki gongur at fara einsamøll á barr.
Men hvar gongur markið? Kunnu vit til dømis fara einsamallar biltúr, í biograf, at shoppa, gongutúr ella hvussu?
Fekk so tað hugskotið at fara einsamøll í biograf. Eg meini, vit hyggja jú fegin eftir filmi einsamøll heima, men úti, hvussu man tað vera?
Ókey. Eg keypi eitt atgongumerki til filmin. Standi fitt og bíði eftir at maðurin skal lata dyrnar upp til salin, og taka atgongumerkið. Alright, tað gongur enn og er ikki so ekstremt kiksað at standa einsamøll og bíða eftir, at filmurin skal byrja - hóast tað er eitt sindur pínligt, so gongur tað.
Eg hyggi runt, kenni ikki nakran serliga væl í biografinum. Hugsi, at tað man ikki bila, tá eg ikki kenni nakran allíkavæl.
Mitt í rokinum hoyri eg. ?Hey Barbara, gongur??. Hugsi ókey, her er onkur, sum eg kenni, so what? Vendi mær á, og har stendur ein fyrrverandi vinkona, sum eg egentliga ikki longur tími, tí hon er eitt anilsi for ?vekk í sær sjálvari? (..og sjálvandi møti eg henni!).
Aftan á tað obligatoriska prátið um ?hvussu gongur? og ?hvat gert tú nú?, hyggur hon runt og sigur ?Hvørjum fylgist tú við??. ?Ehm..eg? hmm... ongum, eri einsamøll?. Og spurnarteknini lýsa úr andlitinum á henni. Og so kemur tann keðiligi spurningurin ?Hví - hvar eru vinkonurnar??. Ókey, hvat sigi eg nú? Ætli at greiða henni frá, at tað also er til eina bloggu á Planet og so framvegis. Men so hevði reaktiónin allarhelst ikki verða so erlig. So eg svari bara ?Nei, eg veit ikki. Hugsaði bara, at tað var lekkurt at fara út einsamøll!?.
Ja, TAÐ er kiksað.
Tá eg so slapp av við hana, aftan á at hon hevði bjóðað mær at sita saman við teimum, og spurt um eg havi tað gott og so framvegis (hehe), fór eg inn í biografin.
Og tað var í veruleikanum ikki so ringt.
Aftan á eina løtu hugsaði eg slett ikki um, at eg var einsamøll, og eg nýtti faktist filmin (serliga aftaná at ljósið var sløknað).
Men eg fór ikki út at roykja í steðginum, sum eg vanliga geri. Tað var eitt sindur ov nógv at forlanga av mær sjálvari.
Men, eg haldi mín niðurstøða er tann, at man kann gott fara einsamøll í biograf. Bara man roynir at umganga gamlar sjálvhátíðarligar vinkonur, og so kanska at koma BEINT áðrenn filmurin byrjar.










