Hon hevur siglt við Nærabergi, og hon hevur siglt við Norrønu. Hon hevur lisið til kokk, og hon hevur tikið hægri útbúgvingar innan ferðavinnuøkið.
Í dag er hon leiðari á Vága Kunningarstovu, har hon í fyrsta lagi tekur sær av sólarmyrkingini, sum nú stundar til.
Marin Hentze er júst fylt 34 ár. Tað var í Vági, at hon sleit sínar barnaskógvar.
Eftir at hon hevði tikið studentsprógv í ár 2000, sigldi hon fyrst við Nærabergi í eini tvey ár og eitt ár við Norrønu.
- Umborð á Nærabergi byrjaði eg á verksmiðjuni og endaði í galluni. Tað var, meðan eg arbeiddi í galluni, at eg fekk hug at fara til Danmarkar at læra til kokk. Tað var annars ikki hetta, sum hevði ligið í kortunum.
Hon sigur, at tá hon varð liðug við studentarskúlan, ætlaði hon sær at sigla og tjena sær nakrar krónur, soleiðis at hon kundi fara til Danmarkar at lesa samfelagsfrøði.
- Men, alt hetta broyttist, eftir at eg hevði arbeitt í galluni umborð á Nærabergi.
Marin Hentze fór til Danmarkar í byrjanini av 2004 at læra til kokk. Tá hon varð liðug við sína kokkaútbúgving í 2008, fekk hon blóðtøpp í beinið, og læknarnir ráddu henni frá at arbeiða sum kokkur.
Tí fór Marin at lesa víðari.
- Fyrst tók eg bachelor í tænastumenning og síðan kandidat í ferðavinnu. Soleiðis eri eg magistari í ferðavinnu og havi arbeitt á hotellum í Danmark, eitt nú við at greina, hvat tað er, sum viðskiftafólkini hjá hotellunum ynskja sær.
Hon sigur, at meðan hon las, arbeiddi hon eisini sum kokkur í Føroyahúsinum, og hon hevur framvegis tilknýt til húsið, har hon saman við Sissal Kampmann áður hevur skipað fyri fleiri størri og smærri tiltøkum.
Tá Marin flutti heimaftur til Føroya at búgva í november í fjør, hevði hon búð í Danmark í tíggju ár.
- Tað var meira av tilvild, at eg endaði í starvinum her vesturi á Vága Kunningarstovu. Eg búði í Vági, eftir at eg var komin heimaftur til Føroya, og tað var á einari ferð í Vágar, har eg var á veg til Íslands at vitja mammu, at fólk settu seg í samband við meg.
Marin sigur, at hon var í Vágum, tá hon varð ”fangaðu”. Tað vóru seinkingar í flogferðsluni um hetta mundið, og tey sluppu ikki avstað fyrr enn dagin eftir.
- Meðan eg steðgaði í Vágum, komu fólk, sum varaðu av kunningarstovuni og spurdu, um eg var áhuga í at samskipa nøkur tiltøk í Vágum - fyri lokala fólkinum og eisini fyri útlendskum ferðafólki, nú tað stundaði til sólarmyrking. Eg segði bara ja, sigur hon brosandi.
Marin Hentze varð eisini spurd, um hon var sinnað at seta hol á ein nýggjan ferðavinnupolitkk í Vágum og líka sum leggja eina ætlan fyri, hvussu kunningarstovan eigur at virka í framtíðini.










