Blívi eg frískur skal eg súkkla til París

Vanlig vekt hjá mær er 77 kilo, tá eg kom í viðgerð, vigaði eg umleið 57 kilo

Magnus K. Magnussen greiðir frá. 4. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blaðið í Vikuskiftissosialinum

 

- Eg gjørdis sjúkur av lymfukrabba á sumri 2010. Hettar var eitt stórt sjokk fyri meg og alla familjuna. Tað var sum um, at tíðin steðgaði.

 

Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)

 

- Eftir at eg hevði fingið sjúkuna staðfesta, gingu fleiri vikur áðrenn eg kom í kemoviðgerð. Hettar var ein sera long og strævin tíð, tí eg fekk etið minni og minni fyri hvønn dag. Vanlig vekt hjá mær er 77 kg og tá ið eg kom í viðgerð, vigaði eg umleið 57 kg. - Tá var lítið veiggj í.

 

Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)

 

- Bíðitíðina brúkti eg til at hyggja at HM-fótbólti úr Suðurafrika síðani Tour de France. Við hesum bleiv fokus flutt frá sjúkuni í nakrar tímar um dagin. Tað lætti um.

 

Les eisini: Tummas Joensen (3. partur)

 

- Komin í viðgerð skuldi kroppurin byggjast uppaftur. Eg beiv sera vánaligur tann dagin eg fekk kemo, men eg fann útav, at um eg dagin eftir kemoviðgerðina fór ein túr við súkkluni, so var eg altíð minni móður tá eg kom aftur, enn tá eg fór avstað.

 

- Hetta var jú super og tað gjørdi, at eg súkklaði hvønn dag í míni viðgerðartíð. Haldi eisini at súkklingin, var við til at lætta um árinini av viðgerðini. Havi lisið at hettar ger viðgerðina effektivari, og mínar royndir siga, at tað passar.

 

- Í mínari elendigheit gav  eg mær sjálvum tað lyfti, at um eg bleiv frískur aftur, so skuldi eg súkla til París. Hetta lyftið skal haldast, og nú eri eg á veg .

 

- Eg vil eisini vera við til at seta fokus á krabba, og m.a. vísa á, at tað eru fleiri, sum koma væl fyri seg. Summa summarum: Tour de France endar í Paris og tað ger mín sjúka eisini.


(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)