Blindafelagið: Hugsa um okkum aftaná

- Ofta koma tey í tankar um, at vit sjónveiku eisini skulu sleppa framat, tá ið byggjaríið er liðugt, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelagnum.

Limir í Blindafelagnum hava góðar umstøður, tá ið umræður at greiða atkvøðu í Havn. Í so máta er hugsað um tey. 

 

Men tá umræður byggjarí í høvuðsstaðnum, so er tendensurin oftast, at politikararnir hugsa um atkomumøguleikar hjá teimum blindu og sjónveiku, tá ið nýtt byggjarí er liðugt gjørt.

 

- Eitt dømi er Boðanesheimið, har ein kann vænta, at nógv sjónveik fara at hava fastan bústað. Har hevur man ikki hugsað, at hesi fólkini skulu síggja hvar trappurnar byrja, hvar glashurðar eru og so framvegis, sigur Ruth Thomsen. 

 

Hon hevur verið á fleiri valfundum í høvuðsstaðnum, har hon hevur tosað sakina hjá teimum í Blindafelagnum. 

 

Og har er atkoma á netinum eisini eitt umráðandi øki. 

 

- Til dømis tá Ólavsøka ella Mentanarnátt ella líknandi er. Tá verða stórar skráir sendar út í hvørt heim, sum vit sjálvandi ikki kunnu blaða í. So verður lagt á netið, men faldararnir á netinum rigga ov sjáldan til tey telduforritini, sum vit blindu nýta fyri at ferðast á netinum, sigur Ruth Thomsen.