Blikur og Jallur vardu høvuðsstaðin

Tað var so mikið tætt, at kappingin tykist at fara at vera rættuliga opið undan næstu kappingini  bæði í genturóðrinum og dreingjaróðrinum

5-MANNAFØR GETNTUR OG DREINGIR

Genturnar á Argjum hava vunnið FM tvey tey seinastu árini. Í fjør vunnu tær allar róðrarnar uttan tann á Norðoyastevnu. Hvussu tað fer at hilnast í ár fara komandi vikuskiftini at vísa. Men tað stendur rimmar fast, at í ár vann Blikur á Norðoyastevnu.
Manningin umborð á vinnarabátinum var kanska eitt sindur ovfarin, tí tríggjar av teimum seks, sum rógva, eru nýggjar umborð á bátinum.
Kappingin var tøtt við Frúnna, Drekan og Dúgvuna. Men Blikur átti besta endaspurtin. Argjagentur vóru eina bátslongd á málinum undan Drekanum og Dúgvuni, ið komu á mál stavn um stavn.

Fyrstu ferð
Róðrarfelagið Knørrur hevur higartil bara átt 6-mannafarið Jarnbard og 8-mannafarið Knørr. Samstundis sum felagið stríðist fyri at fáa betri umstøður at húsast undir, hava tey latið 5-mannafar smíðað.
Leygardagin bjóðaði Jallurin seg fyrstu ferð fram, og tað gekk sum eftir ánni. Ritan og Kollur vóru væl við á fyrsta teininum. Men stútt og støðugt vísti manningin á nýggja bátinum, at teir eru væl fyri. Á málinum var Jallur eina bátslong undan Kolli, sum aftur var eina bátslongd undan Rituni á mál. Eisini Harfrúgvin og Sílið vóru væl við í kappingini.