Blair fekk meiriluta

Bretska undirhúsið tekur undir við at nútímansgera bretsku kjarnorkuverjuna. Orðaskiftið var hvast, tá undirhúsið í London í gjárkvøldið umrøddi eitt uppskot hjá stjórnini um at nútímansgera landsins kjarnorkuverju.

Fleiri limir í stjórnarflokkinum Labour vóru ímóti uppskotinum, men við stuðuli frá konservativu andstøðuni eydnaðist tað stjórnini at fáa meiriluta fyri uppskotinum.

Eftir samtyktini skal Bretland brúka 220 mia. krónur til at nútímansgera kjarnorkuverjuna. Verkætlanin umfatar millum annað teir bretsku kjarnorkukavbátarnar.