Blair: -Eg visti at Brown bleiv ein vanlukka

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair hevur lítið gott at siga um eftirmannin, Gordon Brown. Tað stendur svart upp á hvítt í einari endurminningarbók, sum Blair hevur skrivað, og sum júst er komin út.

Í bókini skrivar Blair, at hann var alla tíðina vísur í, at tað fór at verða ein vanlukka fyri arbeiðaraflokkin, at Brown bleiv formaður. Hann skrivar eisini, at Brown gjørdi eitt stórt mistak, tá hann valdi at víkja frá teirri kósini, sum Blair hevði stungið út í kortið.

Í samrøðu við bretskt sjónvarp í dag segði Tony Blair, at samstarvið millum seg og Gordon Brown, sum tá var fíggjarmálaráðharri, versnaði nógv í seinastuni, og at viðurskiftini teirra millum vóru ótolandi ta seinastu tíðina, áðrenn Blair fór frá.

Tony Blair viðgongur í bókini, at hann brúkti rúsdrekka fyri at lætta tað ovurstóra trýstið, sum fylgdi við embætinum sum stjórnarleiðari.