Blair aftur avhoyrast um Irak-kríggið

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair skal aftur í dag svara spurningum um sín leiklut undan innrásini í Irak í 2003. Hetta er aðru ferð, at hann verður avhoyrdur um hesi viðurskiftini.

Tann serliga kanningarnevndin, sum fyrrverandi forsætisráðharrin Gordon Brown, setti, skal millum annað avhoyra Blair, tí samsvar er ikki millum tað, sum hann hevur sagt nevndini, og tað sum fyrrverandi ríkisadvokaturin Peter Goldsmith hevur sagt.

Myndugleikarnir í London vænta, at fólk fara at skipa fyri mótmælistiltøkum í sambandi við, at Tony Blair verður avhoyrdur av nýggjum.

Blair heldur uppá, at Saddam Hussein var ein hóttan ímóti heimsfriðinum, sjálvt um eingi hópoyðingarvápn vóru at finna í Irak.