Borgarligir floksformenn hava tikið sær tykni av, at umboð úr Norðuratlantshavi kunnu avgera valið í Danmark. Men í 2016 tryggjaði Vinstri stjórn síni størri vald, takkað verið einum grønlendskum umboð
Tað skrivar grønlendska kringvarpið Kalaallit Nunaata Radioa
– Av tí at grønlendingar valdu tvey reyð umboð í Fólkatingið er reyður meiriluti í Danmark. Annars var ikki reyður meiriluti.
Soleiðis segði Lars Løkke Rasmussen í floksleiðaraorðaskifti valnáttina.
Viðmerkingin kom, stutt eftir at tað var greitt, at reyði vongur hevði meiriluta við júst 90 umboðum takkað verið tveimum reyðum umboðum úr Grønlandi og einum úr Føroyum.
Harvið misti flokkurin hjá Løkke, Moderatarnir, valdið at gera av, hvør skuldi skipa stjórn í Danmark. Nógv bendi annars á tað valkvøldið.
Eisini formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, troyttast av, at norðuratlantisku umboðini skuldu telja við í uppgerðini.
– Tað er, tá vit telja norðuratlantisku umboðini við, at tað er reyður meiriluti. Hyggja vit, hvussu danir hava atkvøtt, so er meiriluti ímóti Mette Frederiksen. Men nú er fólkaræðið okkara soleiðis, sum tað er.
Aleqa Hammond tryggjaði stuðul til bláa stjórn.
Men borgarligu flokkarnir hava sjálvir gjørt sær dælt av stuðli frá norðuratlantisku umboðunum.
Stutt fyri jól í 2016 bjóðaði Vinstri táverandi leysgangaranum í Fólkatinginum, Aleqa Hammond, at hon kundi fáa formanssessin í Grønlandsnevndini við eini treyt: At hon ikki atkvøddi ímóti stjórnini hjá Løkke í málum, sum kundu koppa stjórnini – eisini kalla kabinettspurningar.
Tað góðtók Aleqa Hammond.
Í stjórnini tá vóru Vinstri, Liberal Alliansa og Konservativi Fólkaflokkurin – júst somu flokkar, sum nú finnast at stuðlinum til reyða vong hjá grønlendsku umboðunum, skrivar KNR.
Funnist varð at málinum aftaná, tá tað kom fram, at távervandi skattamálaráðharrin Karsten Lauritzen við ein nýggjárskur í Lemvig segði soleiðis:
– Vit hava tryggjað okkum atkvøðu 91 við at keypa ein grønlending. Vit hava gjørt annað av grønlendsku umboðunum til forkvinnu í Grønlandsnevndini við teirri treyt, at hon ikki atkvøður ímóti stjórnini í avgerandi málum, skrivar KNR.
Handilin merkti, at blái vongur kundi fáa ein eitt sindur størri meiriluta í Fólkatinginum takkað verið Alequ Hammond.
KNR skrivar, at borgarligu flokkarnir tá høvdu minst møguliga meiriluta við 90 sessum – júst sum reyði vongur hevur nú eftir valið.
Táverandi formaður hjá Vinstra á tingi, Søren Gade, viðgekk eisini, at handilin var eitt sindur serligur.
– Tað er kanska eitt sindur ónátúrligt, at vit geva sessin burtur. Men eg haldi, at tað er nátúrligt, at nevndarformanssessurin er umboðaður úr Grønlandi. Men tað er greitt, eg eri heldur ikki komplett idiot. Eg gevi jú ikki ein formanssess burtur fyri eingi, segði hann í 2017 við Ritzau.
Við Ritzau sigur Aja Chemnitz, at Lars Løkke Rasmussen hevur ringt til hennara valkvøldið fyri at vita, um hon vildi peika á eina bláa stjórn. Hesum vísti hon aftur.
Hevði hon sagt ja, var tað blái vongur, sum hevði fingið meiriluta til at royna at skipa stjórn – eisini takkað verið Sambandsflokkinum í Føroyum, sum stuðlar Vinstra, skrivar grønlendska Kringvarpið.
##med2##
Aki-Matilda og Aaja: Margháttligt og løgið
Sambært grundlógini eru umboðini úr Grønlandi og Føroyum javnsettir limir í Fólkatinginum. Atkvøður teirra telja eins nógv sum teimum, sum eru vald í Danmark.
Kortini var eisini Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum mikudagin harðmæltur ímóti norðuratlantshavi.
– Umboðini úr norðuratlantshavi mugu gera upp við seg sjálvi, um tey halda, at tey skulu gera av, hvør skal vera forsætisráðharri í Danmark. Tað sær út til, at tað vilja tey nokk.
Sambært Sermitsiaq.AG halda hvørki Aki-Matilda Høeg-Dam ella Aaja Chemnitz tó nógv um súru glepsini hjá Løkke og øðrum floksformonnum.
– Tað er margháttligt, at tá vit úr Grønlandi biðja um størri lut í uttanríkis- og trygdarmálum, so fáa vit at vita, at tað ber ikki til vegna grundlógina, sum ikki kann broytast. Nú tosa tey brádliga um at bróta grundlógina, tí at blái vongur mangla ein tingsess, sigur Aaja Chemnitz úr IA við Sermitsiaq.AG
Eisini Aki-Matilda Høeg-Dam úr Siumut finst at borgarligu flokkunum í danmark fyri at hava kalla Mette Frederiksen maktfullkomna og fyri at vera á kantinum á grundlógini í málinum um avlívinginga av minkum.
Og nú bjóða teir sjálvir grundlógini av við at súrmúlast inn á umboðini úr Norðuratlantshavi, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.