Blackpool á uppflytingarplássi

Hóast tað bert gjørdist til javnleik um vikuskiftið, togaði Blackpool við Claus Bech Jørgensen í hópinum seg upp á uppflytingarpláss í triðbestu ensku deildini.

26 lið spæla við í League One. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í næstbestu deildini, meðan fýra tey næstu liðini spæla um eitt uppflytingarpláss. Blackpool spældi ímóti Brighton leygardagin, og dysturin endaði málleysur. Nú liggur Blackpool sum nummar 6, men 10 dystir eru eftir at spæla í kappingini.